top of page
5.png

Leguøkið

Vit arbeiða við at fáa leguøki tekna og lagt út her. Leguøki kemur yvirskipa at vera uppi á Brekkum í Leirvík. Tó kemur skótabygdin at vera við barnagarðin og IST’arar koma at sova í skúlanum og fáa at eta í einum øðrum bygningi. Bygdin er ikki stór og tekur tað ikki meira enn umleið 10 minuttir at ganga frá einum enda til hin.

 

Vit gleða okkum sera nógv at vísa tykkum okkara leguøkið!

 

On-Site virksemi

Á leguøkini koma at vera fleiri spennandi og stuttligt virksemir sum man kann royna! Tað verður millum annað øksakast, bogaskjóting, forðarenning og so framvegis. Hesi virksemi eru altíð opin, tá ið tú ert á leguøkinum.

 

Skótabygdin

Beint við leguøkið verður ein skótabygd eisini. Í skótabygdini verður møguligt at royna ymisk virksemi, seta seg og spæla borðspøl ella lada telefonina, um tað er neyðugt.

 

Ætlanin er at hava eina kiosk og onkrar matbásar har til ber at keypa ymiskt til matna, um man ynskir tað.

 

Skótabygdin verður eitt hugnaligt stað har man kann sita og hugna sær saman við vinum og eisini læra nýggir vinir at kenna.

 

Limmilund

Í Limmilund vera ymiskir hugnakrókar. Hetta er ein lítil skógvur í Leirvík. Tað vera heingikoyggjur og annað hugnaligt sett upp fyri at fríðka um Limmilund og gera tað til eitt hugnaligt stað at vera.

 

Bovlinghøllin í Leirvík

Umleið 10 minuttir frá leguøkinum ber eisini til at fara í bovlinghøllina í Leirvík at bovla. Tað kann vera sera hugnaligt og samansjóðandi fyri patrúljuna.

 

Lummapengar

Tað kann vera skilagott at hava lummapengar við. Hóast legugjaldi og virksemir eru goldin áðrenn man kemur á legu, verður ein kiosk, matbásar og annað har man kann keypa sær ymisk. Eisini er bovlinghøllini í Leirvík og ber tað til at fara har at bovla. Tí viðmæla vit at hava lummapengar við á leguna.

bottom of page