top of page
10.png

Um virksemini

Á Brekkuleguni 2025 verður eitt fjølbroytt úrval av virksemum, sum gevur luttakarunum møguleika at uppliva ta føroysku náttúruna, mentanina og skótalívið. Virksemini er býtt í 4 undirlegur, har hvør dagur hevur sítt serliga evni:

  • Adventure Day: Dagur við spennandi avbjóðingum og útivirksemi.

  • Back to Basics: Dentur á grundleggjandi skótakynstur og førleikar.

  • Hike: Gongutúrar í føroysku fjøllunum við ymiskum torleikastigum.

  • Culture Day: Uppliva ta føroysku mentanina og eisini mentanina hjá hvørjum øðrum sum luttaka.

 

Harumframt verða ymisk On-Site virksemir á leguøkinum, sum man kann prøva.

 

Flestu virksemini krevja einki gjald. Fyri at síggja hvørji eru ókeypis og hvørji kosta, kanst tú hyggja eftir síðuni “Yvirlit av virksemum”.

 

Tá ið legan nærkast verður ein tilmelding, har allar patrúljurnar skulu melda seg til virksemini. Tey sleppa at velja 1-2 virksemir í Adventure Day og Back to Basics. Tað er alt eftir hvussu leingi virksemi tekur. Tey sleppa bert at velja eina Hike.

 

Culture day verður ikki skipað á sama hátt sum hinir dagarnir. Hesin dagurin verður ikki eins og aðrir, men verður nógv spennandi og stuttligt á skrá.

bottom of page