top of page
2.png

Soviøki

Soviøkið á Brekkuleguni 2025

Soviøkið er skipað soleiðis, at tað er eitt gott og trygd umhvørvi fyri allar luttakarar, IST’arar og leiðarar. Soviøkini eru býtt í tjaldøkið, sum er har patrúljur og leiðarar sova og so eitt øki til IST-limir og hjálparfólk. Patrúljur og leiðarar sova úti.

  • Patrúljur og leiðarar: Patrúljur og leiðarar sova úti í telti. Hvør patrúlja fær eitt ávíst øki, nakrar raftir og tvein. Tey sleppa so at byggja sítt egna øki, júst sum tey ynskja tað. Tó skal einn inngangsportalur gerast. Leiðarin hevur ábyrgd av at skipa hetta. Leiðarin svevur eisini á økinum saman við luttakarunum.

  • IST’arar og hjálparfólk: Tey sova inni í skúlanum í Leirvík. Tað verður eisini deilt upp í gentir og dreingir.

Øll soviøkini eru væl skipað, og serligar reglur eru galdandi. Friður skal vera frá kl. 22:00 til kl. 07:00, soleiðis at øll fáa ein góðan svøn og kunnu vera væl fyri til dagin, ið kemur.

bottom of page