Leiga leguútgerð
Leiga leguútgerð
Leiga Leguútgerð á Brekkuleguni 2025
Fyri at gera tað lættari fyri luttakarar og patrúljur at koma væl fyrireikað til leguna, bjóðar Brekkulegan møguleikan at leiga leguútgerð. Hetta er ein hent loysn, serliga fyri tey, sum ikki hava møguleika at taka alt neyðugt við sjálvi.
Leguútgerðin, sum kann leigast, umfatar:
-
Tjald: Sterk og væl egnað tjøld, sum hóska til føroysku veðurlíkindi.
-
Tilhoyri til matin á leguni: Trangia og øll neyðug køksútgerð
-
Fyrstehjálpartaska: Ein tryggleiki fyri patrúljurnar, um eitthvørt skuldi hent.
Alt tað neyðuga sum skal brúkast til Brekkuleguna 2025 er við í patrúljukassanum. Ein patrúljukassi er mettur til eina patrúlju, sum hevur 4-8 skótar. Til ber at síggja listan yvir hvat er í her
Kostnaður:
Kostnaðurin fyri ein patrúljukassa er 4.000,00 DKK, men fyrivarnir skal takast til at tað enn kann broytast eitt sindur, tá ið tað avhongur av flutningskostnaðinum.
Fara væl um:
Útgerðin er leiga í samstarv við DDS í Danmark og er tað tí sera týdningarmikið at tað verður farið væl um útgerðina. Útgerðin skal latast aftur í sama standi, sum hon kom í.
Um okkurt er brotið, burtur ella annað verður hetta lagt omaná kostnaðin fyri at leiga patrúljukassan.