TILMELDING
‼️Tilmeldingin letur upp 15. oktober kl. 17:00 føroyska tíð‼️
Luttakarar: 2013-2008
IST'arar: 2007+
Leiðarar: 20+
Hjálparfólk (Einans fyri føroyingar): 18+
Nú ber enduliga til at fáa meira kunning, um hvussu tilmeldingin fer fram. Vit vilja heita á at lesa alt væl ígjøgnum, so tú ert klár/ur, tá ið tilmeldingin letur upp.
Fyrsta tilmeldingin krevur einki gjald, men tá ið tit hava meldað tykkum til, fáa tit ein váttan um, at tilmeldingin er móttikin. Í seinasta lagi tann 16. november 2024 fáa øll, sum hava tilmeldað seg, eina fráboðan um, hvørt tey sleppa við á leguna ella ikki. Um tilmeldingin verður góðtikin, hava tit 7 dagar at gjalda eitt tilmeldingargjald upp á 200 DKK per luttakara, hetta er galdandi fyri allar luttakarar, leiðarar, IST'arar og hjálparfólk og er ikki partur av legugjaldinum.
Av tí at plássið er avmarkað, kann tað henda seg, at ikki øll sleppa við. Vit tilskila okkum tí rættin at velja millum allar tilmeldaðu patrúljurnar við tí fyri eyga at tryggja fjølbroytni. Vit ynskja at hava so nógv lond umboðaði sum gjørligt.
Kostnaðurin fyri leguna:
-
Luttakarar: kr. 1.200,-
-
IST’arar: kr. 800,-
-
Leiðarar: kr. 800,-
-
Hjálparfólk: Ókeypis
Skótar, sum eru føddir millum 2008 og 2013, kunnu luttaka á Brekkuleguni 2025. Um tú ert fødd/ur í 2007 ella fyrr, kanst tú tekna teg sum IST'ara (International Service Team). Hjálparfólk kunnu bert vera føroyingar, og tey koma at hjálpa við ymiskum smærri uppgávum á leguni.
IST’arar:
Ein IST’ari (International Service Team) er ein hjálparleiðari, sum er til staðar alla leguna. IST'arar møta tann 29. juli, 2 dagar áðrenn legan byrjar, og fara aftur tann 5. august, sama dag sum legan endar. Uppgávurnar hjá IST'arum eru sera fjølbroyttar.
Leiðarar:
Leiðarar eru tey sum hava ábyrgdina at vera saman við patrúljuni og taka sær av henni. Leiðarar hava ábyrgdina av at skótarnir trívast, gera tað teir skulu, hjálpa og vegleiða teir o.s.fr.. Tað skal vera minst ein leiðari fyri hvørja patrúlju. Hesin teigurin kemur bara fram, tá ið tú skrásetir teg sum skótabólkur.
Hjálparfólk:
Hjálparfólk er ein møguleiki fyri føroyingum, sum vilja hjálpa við smærri uppgávum áðrenn, ímeðan og aftaná leguna og ikki fáa verið alla leguna. Hetta er t.d. at standa við einari sølumiðstøð, náttarvakt, rudda á leguøkinum, vakt á økinum, vaska ves og aðrar bygningar o.s.fr. Vit leggja okkum eftir at finna eina uppgávu sum passar júst til tín. Uppihald at sova og matur er ikki við. Hjálparfólk hava møguleikan at keypa sær máltíðir á leguni.
Tað verður mælt til, at bólkarnir tilmelda sínar skótar. Tó hevur hvør einstakur skóti møguleikan at tilmelda seg sjálvur, og fara í eina altjóða patrúlju.
Sum nevnt letur tilmeldingin upp 15. oktober og fer tilmelding fram á hesi síðu. Vit viðmæla at brúka teldu til tilmeldingina og ikki telefon, tá ið tilmeldingin er gjørd til teldu.
Tá ið tú byrjar tilmeldingina velur tú hvat tú tilmeldar sum:
-
Skótabólkur: Hetta skal veljast, um tú tilmeldar umvegis ein skótabólk. Herundir skal upplýsast hvussu nógvir luttakarar, IST’arar og leiðarar tú tilmeldar. Eisini skal upplýsast hvussu nógvar patrúljur tú tilmeldar. Tað skal vera minst ein leiðari fyri hvørja patrúlju.
-
IST’ari: Hetta skalt tú velja um tú ert ein, ið ynskir at gerast IST’ari á leguni.
-
Hjálparfólk: Hetta er bert ein møguleiki fyri føroyingar, sum ynskja at taka eina hjálpandi hond á leguni á onkran hátt.
Skótin kann eisini sjálvur tilmelda seg í einari altjóða skótapatrúlju undir somu tilmelding. Í hesari tilmelding krevur ein váttan frá foreldur ella avvarandi. Skjali sum skal útfyllast sært tú her og eisini á tilmeldingini. Myndin av skjalinum skal leggjast aftrat fyri at tilmeldingin skal vera gyldig.
Hvørjar upplýsingar skulu vit hava tøkar, tá ið vit skulu fremja tilmeldingina?
Um tað er ein skótabólkur, sum tilmeldar sínir skótar, skulu hesar upplýsingar upplýsast undir fyrstu tilmelding:
-
Upplýsingar um kontaktpersón, sum er tann vit seta okkum í samband við um leguna. (t.e. fornavn, eftirnavn, teldupostur, telefonnummar, føðingardagur)
-
Bústaðurin hjá skótabólkinum
-
Tal av luttakarum (0-500)
-
Tal av IST’arum (0-500)
-
Tal av leiðarum (0-500). Skal tó minst vera ein leiðari fyri hvørja patrúlju
-
Tal av patrúljum
Um tað er ein IST’ari ella hjálparfólk, sum tilmeldar seg sjálvi, skulu hesar upplýsingar upplýsast:
-
Fornavn og eftirnavn
-
Teldupostur (tann vit samskifta við í samband við leguna)
-
Telefonnummar
-
Føðingardagur
-
Bústaður
-
Skótabólkur (um tú ert partur av einum)
Ein skóti, sum tilmeldar seg í eina altjóða skótapatrúlju, skal brúka hesar upplýsingar:
-
Fornavn og eftirnavn
-
Teldupostur (tann vit samskifta við í samband við leguna)
-
Telefonnummar
-
Føðingardagur
-
Bústaður
-
Skótabólkur (tú skalt vera partur av einum fyri at tilmelda teg í eina altjóða skótapatrúlju)
-
Váttan frá foreldri ella avvarandi. (leinkja til skjali er her)
-
Passnummar
Undir tilmeldingini skalt tú vátta "Brekkulegan Terms and Conditions". Hetta er neyðugt fyri at fáa gjøgnumført tilmeldingina. Les "Brekkulegan Terms and Conditions" her.