top of page

Praktisk kunning

Kunning um leguna:

  • Dato: Legan er frá 31. juli til 5. august 2025.

  • Staðseting: Brekkulegan 2025 verður í Leirvík, Føroyum. leguøkið er á Brekkuvegnum, sum legan eisini hevur fingið navn eftir, “Brekkulegan.” Virksemini vera kring alt landið.

Aldursbólkar:

  • Luttakarar: Fødd millum 2008 og 2013.

  • IST’arar: Fødd 2007 ella fyrr.

  • Leiðarar: 20 ár ella eldri.

  • Hjálparfólk: Einans fyri føroyingar, aldur 18 ár ella eldri.

Gisting:

  • Á leguni: Allir luttakarar, saman við leiðarinum sum er við í patrúljuni, gista í tjøldum á leguøkinum. Luttakarar skulu sjálvir hava soviposa, undirlag og aðra persónliga útgerð við.

  • Patrúljuøkið: Hvør patrúlja hevur sítt øki á umleið 120 fermetrar. Hetta økið er nóg stórt til fleiri tjøld, stað at gera mat og at gera pionervirksemi, so sum inngangsportal. Luttakarar skulu vera í sínum ásetta patrúljuøki. Hjálparfólk og IST’arar sova inni, hvør í sínum kynsdeilda plássi, burtur frá luttakarunum.

Matur og máltíðir:

  • Fyri luttakarar: Luttakararnir gera sjálvir matin. Rávørur verða latnar til morgunmat, døgurða og nátturða, og matgerð verður skipað í patrúljum.

  • Fyri hjálparfólk og IST’arar: Matur verður veittur fyri hjálparfólk og IST’arum í einum serligum øki.

  • Føðsluavmarkingar: Føðsluavmarkingar og ovurviðkvæmi verða skrásett í øðrum tilmeldingarskeiði, tá luttakarar gjalda legugjaldið. Serlig fyrilit verða tikin fyri føðsluavmarkingum, og um neyðugt, verða serligar máltíðir gjørdar.

Heilsu- og trygdaratlit:

  • Heilsutænastur: Samarittar eru á leguni 24/7 og eisini hava vit ein lækna. Um tørvur er á tí, verða luttakarar fluttir á nærmasta sjúkrahús.

  • Heilsukunning: Heilsukunning (t.d. ovurviðkvæmi, varandi sjúkur, heilivágur) verður skrásett í øðrum tilmeldingarskeiði.

  • Trygdarráðgeving: Í neyðstøðu verður eitt stað ásett til samling. Neyðtelefonnummar á leguni verður givið út, umframt almenna neyðnummarið fyri Føroyar, 112.

Pakkilistin:

 

Luttakarar skulu vera fyrireikaðir til allarskyns veðurlag, eisini regn, vind og kulda. Ein almennur pakkingarlisti verður útvigaður tá ið legan nærkast.

Leguskrá:

 

Hvør dagur á Brekkulegan 2025 fylgir eini skrá:

  • Morgun: Heisa Merki, morgunmatur og fyrsta virksemi á degnum.

  • Døgurðasteðgur: Døgurði verður gjørdur og etin í patrúljum.

  • Seinnapartur: Annað virksemi fer fram eftir døgurðan.

  • Kvøld: Nátturði, legubál og fríløta.

  • Sovitíð: Eftir legubálið skal vera náttarfriður í leguøkinum,

Hvør dagur hevur eitt evni:

  • Adventur Day

  • Back to Basics

  • Hike

  • Culture Day (Meira kunning um hendan dagin kemur seinni)

Harumframt verða On-Site Acitivites á leguøkinum, umframt ein Skótabygd, ið verður eitt “hangout”-stað fyri luttakarar. Í Skótabygdini verður ein kiosk og aðrar hentleikar, og har verða eisini nøkur virksemi.

Luttøkugjald:

 

Luttakarar skulu rinda eitt tilmeldingargjald, eitt legugjald, og eyka gjøld fyri ávís virksemi, um patrúljan velur eitt virksemir sum kostar. Øll gjøld skulu verða goldin, áðrenn legan byrjar, og meira kunning er at finna á tilmeldingar- og virksemissíðunum á okkara heimasíðu.

  • Eyka útreiðslur: Ein handil er í bygdini, umframt ein bovlinghøll, skótahandil, sølubúð og vónandi nakrir matvognar, har luttakarar kunnu keypa eyka ting.

Reglugerð á leguni:

  • Reglur á leguni: Endaligið listin við reglum er ikki klárur enn, men luttakarar skulu fylgja vanligu skótareglunum, herundir at vísa virðing fyri øðrum og umhvørvinum. Náttarfriður verður settur í gildið eftir legubálið.

  • Snildtelefonir: Tað er loyvt at brúka snildtelefonur, men verður umsitið av Leiðarinum fyri patrúljuna. Løðistøðir verða tøkar á leguøkinum.

Býta um merkir og turriklæði:

 

Vanligt er eisini á tílíkari legu at taka ymisk merki, sum man kann býta um við aðrar skótar kring heimin.

 

Eisini er vanligt at hava eyka turriklæði, so man kann býta sítt turriklæð um við eitt annað hjá einum øðrum skóta.

bottom of page